Præsentation er lastning. Vent venligst

Præsentation er lastning. Vent venligst

Stendur purisman fyri falli í Føroyum?

Lignende præsentationer


Præsentationer af emnet: "Stendur purisman fyri falli í Føroyum?"— Præsentationens transcript:

1 Stendur purisman fyri falli í Føroyum?
Hugburður til tøkuorð og nýgerðir Jógvan í Lon Jacobsen Eg fari at siga eitt sindur um hugburð til purismu í Føroyum og fari at seta spurningin, um hon stendur fyri falli. Eg skal vera tann fyrsti at viðganga, at talan er um ein fløktan spurning, men orsøkin til at eg havi valt at kanna hann er, at eg í summum førum dugi at síggja ein lutfalsliga liberalan hugburð til purismuna. Tá ið vit samanbera málsligar spurningar við sonevndar samfelagsligar brigdlar (t.d. aldur, útbúgving og inntøku) síggja vit í summum førum eitt mynstur, har ið tey yngru og tey við høgari inntøku og longum útbúgvingum hava ein liberalari hugburð til purismuna enn tey eldru og tey við lágari inntøku og stuttari ella als ongari útbúgving. Áðrenn eg fari at siga hvat purisma, tøkuorð og nýgerðir merkja skal eg siga nakað um verkætlanina. Fróðskaparsetur Føroya

2 Stendur purisman fyri falli í Føroyum?
Nýmótans tøkuorð í norðurlandamálunum Stigtakari: Málráð Norðurlanda Verkætlanarleiðarar: Helge Sandøy, professari í Bergen og Tore Kristiansen, lektari í Keypmannahavn Eg havi í nøkur ár verið við í eini norðurlendskari verkætlan við heitinum Nýmótans tøkuorð í norðurlandamálunum. Endamálið við hesi verkætlan er at kanna nýtslu og hugburð til nýggj tøkurð og nýgerðir. Verkætlanarleiðarar hava verið Helge Sandøy, professari í Bergen og Tore Kristiansen, lektari í Keypmannahavn Fróðskaparsetur Føroya

3 Verkætlanin “Moderne importord i Norden” Bruk Offisiell normering
Holdninger A: Omfang av importord B: Tilpassing av importord C: Avløysar-ord I: Meinings-måling II: Djupgransking (intervju) III: Reaktions-test Fróðskaparsetur Føroya

4 Fróðskaparsetur Føroya
Purisma = málreinsing Purisma er ein ideologi við tí endamáli at halda málið reint. Tað merkir, at nýggj føroysk orð verða gjørd í staðin fyri tøkuorðini. Purisman er sostatt ein verjumekanisma at avmarka fremmanda ávirkan á málið Vit kunnu lýsa hugtøkini purismu, tøkuorð og nýgerðir soleiðis soleiðis: Fróðskaparsetur Føroya

5 Fróðskaparsetur Føroya
Hvat merkir tøkuorð? Tøkuorð er eitt felagsheiti fyri lánorð og fremmandorð, tvs. orð, sum eru komin inn í málið uttanífrá, t.d. Kompjútari - lánorð Evangelium - fremmandorð Petrolium – fremmandorð Hvør er munurin? Fróðskaparsetur Føroya

6 Fróðskaparsetur Føroya
Nýgerðir Nýgerðir eru nýgjørd orð, sum eru ætlað at koma í staðin fyri tøkuorðini, t.d. Telda fyri kompjútari Fróðskaparsetur Føroya

7 Fróðskaparsetur Føroya
Jørn Lund (1986) “Mindst sprogbevidst er det danske sprogsamfund. Svenskerne er formodentlig en kende mere sprogbevidste, herefter følger i en rækkefølge, der angiver stigende sprogbevidsthed, finnerne, finnlandssvenskerne, nordmændene og færingerne”. Eg fari at leggja fyri við einum broti eftir ein danskan málfrøðing, sum eitur Jørn Lund. Hann segði soleiðis í eini grein í 1986 um málsligt medvit í norðurlondum: “Mindst sprogbevidst er det danske sprogsamfund. Svenskerne er formodentlig en kende mere sprogbevidste, herefter følger i en rækkefølge, der angiver stigende sprogbevidsthed, finnerne, finnlandssvenskerne, nordmændene og færingerne”. Hann gevur altso føroyingum topp-karakter fyri málsligt medvit. Fróðskaparsetur Føroya

8 Fróðskaparsetur Føroya
Málsligt medvit Veitst tú, um tøkuorðini oftast verða avloyst/týdd, ella verða tey varðveitt sum ensk orð? Míni heimildarfólk fingu eisini ein spurning um málsligt medvit. Spurningurin ljóðaði: Veitst tú, um tøkuorðini oftast verða avloyst/týdd, ella verða tey varðveitt sum ensk orð? Úrslitið vísir, at føroyingar halda, at vit (føroyingar) eru teir mest puristisku og at danir eru teir minst puristisku [P 9] Fróðskaparsetur Føroya

9 Stereotypiir hjá føroyingum um styrkina í purismuni í Norðurlondum
Føroyingar > Íslendingar > Norðmenn > Finnar > Sviar > Danir Myndin líkist nógv henni hjá Jørn Lund Føroyingar halda seg sjálvar vera mest puristiskar í Norðurlondum, enntá meira enn íslendingar. Myndin líkist nógv henni hjá Jørn Lund. Fróðskaparsetur Føroya

10 Hugburður til purismuna
67,2 % taka undir við purismuni sum ideologi 18,1 % taka ikki undir við purismuni 5,4 % veit ikki Spurningarnir í meiningakanningini snúðu seg lutvíst um hugburð til tøkuorð og nýgerðir og lutvíst um egna málnýtslu. Av teimum 537 heimildarfólkunum í meiningakanningini, tóku sløk 70 % undir við purismuni, meðan 18 % ikki kundu taka undir við henni. Hetta vísir, at føroyingar sum heild siga seg taka undir við purismuni. Her kann eg leggja afturat, at heimildarfólkini umboða alt landið, og tey eru býtt lutfalsliga eftir fólkatalinum í teimum einstøku valdømunum. Býtið millum menn og kvinnur svarar rættiliga væl til kynsbýtið í samfelagnum: 262 menn (48,8 %) og 269 kvinnur (50,1 %). Aldursbýtið í kanningini vísir hinvegin nakrar skeivleikar samanborið við aldursbýtið í samfelagnum sum heild. Fróðskaparsetur Føroya

11 Úrvalið av heimildarfólkum
262 menn (48,8 %) 269 kvinnur (50,1 %). Ikki upplýst (1,1 %). Tann 1. januar 2001 vóru 51,8 % av føroyingum menn og 48,2 % kvinnur Fróðskaparsetur Føroya

12 Fróðskaparsetur Føroya
Aldursbýti Fróðskaparsetur Føroya

13 Tað eru alt ov nógv ensk orð í føroyskum
45 % eru samd um at tað eru ov nógv ensk orð í føroyskum 41 % er ósamd Men tá ið spurt varð, um tað eru ov nógv ensk orð í føroyskum, fáa vit tveir næstan eins stórar bólkar: 45 % er samd um at tað eru ov nógv ensk ensk orð í føroyskum, meðan 41 % er ósamd. Tað merkir, at tað ikki er nakað beinleiðis samband millum undirtøku fyri purismuni og hugburð til nøgd av tøkuorðum. Orsøkin til at tey taka undir við purismuni er altso ikki, at tað eru ov nógv ensk orð í føroyskum. Kanska halda tey, at tað er júst purismuni fyri at takka, at so fá tøkuorð eru í føroyskum. Fróðskaparsetur Føroya

14 Hvat orð velur tú at brúka?
Teldubræv eller teldupostur: 58 % Mail: 28,3 % Bæði: 5,4 % Tað føroyska orðið vinnur Ein av spurningunum snúði seg um nýtslu av enskum ella føroyskum orðum. Orðapørini, sum heimildarfólkini skuldu taka støðu til vóru mail og teldubræv/teldupost, bodyguard/lívverji og design/sniðskapan. Meira ein helvtin segði seg brúka teldubræv eller teldupost (58 %) meðan 28,3 % valdu at siga mail. Tað er eitt merkiliga lágt tal, sum sigur seg brúka bæði. Tí tað vísir seg, at nógv fólk skifta ímillum hesi orð eftir alt eftir teimum ytru umstøðunum, t.d. hvønn tey tosa við og um umstøðurnar eru formligar ella óformligar. Men tað vísir henda kanningin ikki. Fróðskaparsetur Føroya

15 Hvat orð velur tú at brúka?
Lívverji: 81 % Bodyguard: 11 % Bæði: 2,4 % Tað føroyska orðið vinnur Bodyguard fik ikki nógvar stemmur, 81 % søgdu seg brúka lívverji og bara 11 % bodyguard. Aftur síggja vit eitt sera lágt tal fyri bæði. Her kann eg leggja afturat, at í dýpdarsamrøðunum, sum eg gjørdi, søgdu summi, at lívverji og bodyguard merkja ikki tað sama: Lívverji er ein, sum verjir t.d. ein forseta ella drotningina, meðan ein bodyguard er ein bulmikil kempa í amerikanskum action-filmum. Fróðskaparsetur Føroya

16 Hvat orð velur tú at brúka?
Sniðskapan: 31,5 % Design: 61 % Bæði: 1,5 % Tað enska orðið vinnur Hinvegin søgdu 61 % av heimildarfólkunum seg brúka design og 31,5 % sniðskapan. Yvirhøvur vóru tey spurdu positiv mótvegis teldubrævi og lívverja – í miðal søgdu millum % seg brúka tey føroysku orðini. Viðvíkjandi design er øðrvísi: Tey flestu brúktu tað enska orðið. Grundin er helst hon, at orðið sniðskapan bara lutvíst merkir tað sama sum design og harumframt var orðið ikki so kent, sum eg hevði væntað frammanundan. Orðið sniðgeving ella bara snið hevði kanska verið betri. Fróðskaparsetur Føroya

17 Fróðskaparsetur Føroya
Enskt sum móðurmál Tað hevði verið best, um øll í verðini høvdu enskt sum móðurmál 80 % ósamd 13,4 % samd Tað eru serliga tey eldru, sum eru samd í hesum uppáhaldi! Ein spurningur var um enskt sum móðurmál fyri alla verðina. Hesin spurningurin vísir, at umleið 80 % vóru ósamd. Av teimum, sum eru samd, finna vit nógv eldri heimildarfólk. Og tað er løgið. Eg tori illa at geva eitt boð upp á, hví so er. Tað sama síggja vit í hinum Norðurlondunum. Fróðskaparsetur Føroya

18 Fróðskaparsetur Føroya
Enskt sum arbeiðsmál Hvørja støðu hevur tú til enskt sum arbeiðsmál? Ert tú positiv/ur eller negativ/ur? 60,3 % negativ 25,1 % positiv Her gjørdist eg ovfarin av, at so nógv vóru positiv mótvegis enskum sum arbeiðsmáli Eg spurdi eisini, hvat fólk hildu um enskt sum arbeiðsmál á føroyskum fyritøkum. Her vóru umleið 60 % ósamd. Meiningakanningin gevur okkum ta fatan, at fólk eru yvirhøvur rættiliga “føroysk” og eru ivasom til ensk orð. Fróðskaparsetur Føroya

19 Fróðskaparsetur Føroya
Tað verða alt ov nógv ensk orð nýtt í føroyskum í dag – samanborið við aldur Hugburður til purismu hevur samband við ta samfelagsligu og fíggjarligu støðuna hjá hinum spurda. Útbúgving, inntøka og aldur eru týðandi parametrar í spurninginum um purismuna. Spurningurin um tað eru ov nógv ensk orð í føroyskum, vísir hetta býtið millum aldursbólkarnar. Uppáhaldið fær minni undirtøku millum tey yngru enn millum tey eldru. Vit kunnu siga, at tey eldru eru samdari enn tey yngru. Hesin munur er heilt signifikantur, p<0,001. Og tað skal eg forklára. At munirnir eru hagfrøðiliga signifikantir merkir, at teir munir/samanhangir, sum vit síggja í kanningini, við rættiliga stórari vissu kunnu sigast at vera galdandi fyri samfelagið sum heild. P-virðið er eitt tal fyri, hvussu stór sannlíkindini eru fyri at vit taka feil, tá ið vit siga, at munurin er galdandi fyri alt samfelagið. Eitt p-virði upp á 0,001 merkir, at sannlíkindini fyri feili eru 1 út av Ein slíkur munur má sigast at vera rættiliga eftirfarandi. Endamálið við meiningakanningum er sjálvandi at fáa fatur í meiningunum hjá fólki. Men tað ber ikki til at fara út at spyrja hvønn einstakan. Tí ger mann eitt tilvildarligt úrval av heimildarfólki, og hetta úrvalið skal í størst møguligan mun vera umboðandi fyri alt samfelagið (viðv. aldri, kyni, heimstaði, útbúgving, inntøku o.s.fr.). At munurin er signifikantur merkir, at vit við rættiliga stórari vissu kunnu algilda (generalisera) henda mun til at galda fyri tað føroyska samfelagið sum heild og ikki bara fyri tey spurdu; tess minni p-virðið er, tess minni er vandin fyri feili, tá ið vit pástanda, at tað er ein munur. Fróðskaparsetur Føroya

20 Mail, bodyguard og design samanborið við aldur
Tá ið tað snýr seg um tey trý orðapørini (mail/teldubræv, bodyguard/lívverji og design/sniðskapan), síggja vit, at aldur hevur stóran týdning: Fyri tey ensku orðini síggja vit eitt javnt fall upp gjøgnum aldursbólkarnar. (Tils. søgdu 152 fólk mail, 59 søgdu bodyguard, 327 søgdu design). Fróðskaparsetur Føroya

21 Teldubræv, lívverji og sniðskapan samanborið við aldur
Og her síggja vit eina tilsvarandi hækking fyri tey føroysku orðini upp gjøgnum aldursbólkarnar. Hesin munurin, sum vit síggja millum nýtslu av føroyskum og enskum orðum er heilt signifikantur; p< 0,001. Fyri øll trý orðapørini er tað galdandi, at eldri føroyingar brúka meira tey føroysku orðini, meðan tey yngru brúka meira tey ensku. Tølini fyri ’bæði’ eru smá. Tey elstu eru harafturat meira ivandi. Viðvíkjandi mail og teldubræv hevur ein fjórðingur av teimum elstu svarað ’veit ikki’, og tað kann vera tí at ein stórur partur av teimum ikki hevur teldu heima og brúkar tí ikki orðið so nógv. (Tils. søgdu 311 teldubræv, 434 søgdu lívverji og 169 søgdu sniðskapan) Fróðskaparsetur Føroya

22 Fróðskaparsetur Føroya
Tað verða alt ov nógv ensk orð nýtt í føroyskum í dag – samanborið við inntøku Nú koma vit til inntøku. Á hesari myndini síggja vit, at tey, sum tjena mest, eru mest ósamd um at føroyingar brúka ov nógv ensk orð í føroyskum. p=0,044 Annars vísir kanningin, at tey við høgari inntøku brúka meira enskt og eru meira ensk-vinarlig enn tey við lægri inntøku. Fróðskaparsetur Føroya

23 Mail og design samanborið við inntøku
Býtið millum ávikavist mail/teldubræv og design/sniðskapan vísir, at tey háløntu brúka meira tey ensku orðini enn tey lágløntu. Hesin munur er hagfrøðiliga signifikantur á 0,05 stigi. Fróðskaparsetur Føroya

24 Teldubræv, sniðskapan samanborið við inntøku
Tað er ein greiður samanhangur millum inntøku or orðaval: Tess hægri inntøka, tess meira brúk av mail og design. Tann sama munin síggja vit eisini í bodyguard og lívverji, men tá er munurin bara ábendingarliga signifikantur, t.vs. at óvissan um hesin munur er til í samfelagnum er nógv størri fyri bodyguard enn fyri mail og design. Teir hægri inntøkubólkarnir brúka meira bodyguard (p=0,070). So kunnu vit hyggja at, hvønn týdning longd á útbúgving hevur. Fróðskaparsetur Føroya

25 Mail, teldubræv samanborið við útbúgvingarlongd
Her havi eg býtt fólkini sundur í fýra bólkar eftir longd á útbúgving, og henda myndin vísir nýtslu av mail/teldubrævi í tí samanhanginum. Meira enn helvtin í øllum útbúgvingarbólkum brúkar teldubræv, men vit síggja eisini, at tey, sum onga útbúgving hava eftir fólkaskúlan, brúka væl minni orðið mail enn hini. Tað sama síggja vit í hinum báðum orðapørunum. Hesin munurin er sera signifikantur. Fróðskaparsetur Føroya

26 Bodyguard, lívverji samanborið við útbúgvingarlongd
Tey við ongari útbúgving brúka minni orðið bodyguard enn restin (Teir bláu stabbarnir eru væl lægri fyri tey við ongari útbúgving enn fyri hini). Fróðskaparsetur Føroya

27 Design, sniðskapan samanborið við útbúgvingarlongd
Her síggja vit, at teir bláu stabbarnir vaksa upp gjøgnum útbúgvingarbólkarnar, samstundis sum teir reyðu stabbarnir minka. Fyri øll trý orðapørini er tað galdandi, at útbúgving hevur týdning á tann hátt, at tað gongur eitt mark millum teirra við ongari útbúgving og so hini. Tey, ið onga útbúgving hava eftir fólkaskúlan, brúka minni tey ensku orðini og eru meira ivandi. Munirnir eru sera signifikantir. Fróðskaparsetur Føroya

28 Mail, bodyguard, design samanborið við útbúgvingarlongd
Her havi eg lagt tey trý ensku orðini inn og teknað eina strikumynd fyri at vísa lutfallið millum útbúgvingarlongd og tey ensku orðini: Tess longri útbúgving, tess meira verða tey ensku orðini nýtt. Her síggja vit týðiliga tað markið: Strikan brotnar á markinum millum onga útbúgving og so restina. Fróðskaparsetur Føroya

29 Teldubræv, lívverji, sniðskapan samanborið við útbúgvingarlongd
Henda strikumyndin vísir so ta tilsvarandi myndina fyri tey føroysku orðini samanborið við útbúgvingarlongd: Tess longri útbúgving, tess minni nýtslu av føroyskum orðum. Sum heild kunnu vit siga, at tess longri útbúgving, tess sterkari stendur enskt ikki bara í málnýtslu, men eisini í hugburði. Tað kann helst tulkast soleiðis, at størri kunnleiki til enskt (sum avleiðing av longri útbúgving) gevur størri ensk-vinsemi. Tað er tó eitt undantak frá hesum mynstri: Tey við stuttari ella ongari útbúgving (og sum tessvegna helst hava minni kunnleika til enskt) eru minst negativ mótvegis hugmyndini um enskt sum móðurmál fyri alla verðina. Fróðskaparsetur Føroya

30 Stendur purisman fyri falli í Føroyum?
Føroyingar taka sum heild undir við purismuni Útbúgvingarlongd hevur týdning Inntøka hevur týdning Aldur hevur týdning Ber til at siga nakað um, hvørt purisman fer at standa seg sum almenn hugsjón millum føroyingar? Kanningin vísir sum heild, at føroyingar taka undir við purismuni. Tó ber til at síggja, at útbúgving hevur týdning á tann hátt, at tey við longum útbúgvingum og høgari inntøku eru meira ósamd í purismuni enn tey við stuttari ella ongari útbúgving og sum hava lága inntøku. Málpolitiskt er hetta ein sera áhugaverd støða, tí tað er kanska ikki heilt av leið at hugsa sær, at undirtøkan fyri purismuni fer at vikna sum frá líður, um so verður, at elitan ikki fer at taka undir við henni ella sagt øðrvísi: Um purisman í størri mun verður sett í samband við lágan socialan status, kann ein ímynda sær, at hon fer at vikna. Vit síggja eisini, at tey yngru eru meira enskvinarlig enn tey eldru. Tey yngru brúka meira enskt í gerandisdegnum enn tey eldru gera, og tey yngru eru meira ósamd í at tað eru ov nógv ensk orð í føroyskum, og tey ungu brúka eisini meira tey ensku orðini enn tey eldru. Um nú henda gongd, sum vit síggja hjá teimum ungu, heldur fram, eftir at tey eru vorðin vaksin, kann tað merkja, at ein frælsari hugburður til purismuna er á veg inn tað føroyska samfelagið. Um so er, fer undirtøkan fyri purismuni at standa veikari í framtíðini. Men tað kann eisini vera, at tann positivi hugburðurin til enskt hjá teimum ungu kann vera eitt samleikaeyðkenni fyri eina submentan ella ein bólkanorm hjá teimum ungu, sum tey ikki taka við sær inn í vaksnamannatilveruna. Um so er, er eingin vandi fyri purismuna, tí tá er tann positivi hugburðurin til enskt eitt sereyðkenni fyri tey ungu. Men um tey yngru ættarliðini halda fast um sín positiva hugburð til enskt sum vaksin, er tað vorðið eitt eyðkenni í tí almenna hugburðinum til mál, og tá kann tað merkja, at purisman fer at vikna sum frá líður. Fróðskaparsetur Føroya

31 Stendur purisman fyri falli í Føroyum?
Hanga purisma og lágur sosialur status saman? Ja, lutvíst Grundgeva meira pragmatiskt enn tjóðskaparliga Fólk, sum brúka føroysk orð í sínum máli verða hægri mett enn fólk, sum nýta ensk orð í staðin fyri Men hetta er rættiliga fløkt. Eg kann til stuttleika nevna tað, at í teimum dýpdarsamrøðunum, sum eg havi gjørt í sambandi við verkætlanina, eru tær mest brúktu grundgevinginarnar av pragmatiskum slag, og nógv minni verður grundgivið tjóðskaparliga. Hetta kundi bent á viknandi puristiskan hugburð. Hinvegin kann eg so siga, at eg í eini kanning um hugburð til ávikavist enskt- og føroysklitaða málnýtslu kom eg til ta niðurstøðu, at fólk, sum brúka føroysk orð í sínum máli heldur enn ensk, verða signifikant hægri mett enn fólk, sum brúka ensk orð í sínum vanliga gerandismáli. Tað velji eg at tulka sum undirtøku fyri purismuni. Samanumtikið kann eg siga, at ensk-vinsemi veksur við minkandi aldri, vaksandi inntøku og vaksandi útbúgving. Tað verður áhugavert at fylgja við hvat fer at henda á hesum øki tey komandi árini. Eru tað nakrir spurningar? Fróðskaparsetur Føroya

32 Fróðskaparsetur Føroya
Nýtsla av enskum Ein yngri maður við høgari inntøku, langari skúlagongd, við teldu og alneti og sum býr í miðøkinum nýtir meira enskt enn ein eldri kvinna við lágari inntøku, stuttari skúlagongd, uttan teldu og alnet og sum býr í útjaðaranum. Fróðskaparsetur Føroya

33 Tað eru ov nógv ensk orð í føroyskum
Ein eldri føroyingur (kyn ger ongan mun) við lágari inntøku, við ongari útbúgving eftir fólkaskúlan og sum býr í Eysturoynni, Sandoynni, Vágum ella Norðurstreymoy og sum ikki hevur teldu, er meira samdur í uppáhaldinum um, at tað eru ov nógv ensk orð í føroyskum enn ein yngri føroyingur við høgari inntøku, við útbúgving og sum býr aðrastaðni í landinum og sum hevur teldu og alnet. Fróðskaparsetur Føroya

34 Tað hevði verið best, um í verðini høvdu enskt sum móðurmál
Fróðskaparsetur Føroya

35 Spurningarnir í meiningakanningini
Sp. 2 Hvussu ofta hevur tú tosað, lisið ella skrivað enskt ta seinastu vikuna Sp. 3: Í hvørjum samanhangum hevur tú brúkt enskt (í skúla, arbeiði ella frítíð?) Sp. 4a: Tað verða alt ov nógv ensk orð nýtt í føroyskum í dag Sp. 4b: Vit eiga at gera nýggj føroysk orð at seta í staðin fyri tey Fróðskaparsetur Føroya

36 Spurningarnir í meiningakanningini
Sp. 5a: Hvat orð velur tú at brúka: mail ella teldubræv? Sp. 5b: Hvat orð velur tú at brúka: bodyguard eller lívverji? Sp. 5c: Hvat orð velur tú at brúka: design eller sniðskapan? Fróðskaparsetur Føroya

37 Spurningarnir í meiningakanningini
Sp. 6: Tað hevði verið best, um øll í verðini høvdu enskt sum móðurmál Sp. 7: Hvat heldur tú um at fólk í útvarpi og sjónvarpi nýta vanligt gerandismál í staðin fyri ein alment ásetan norm? Fróðskaparsetur Føroya

38 Spurningarnir í meiningakanningini
Sp. 8: Hvat heldur tú um enskt sum arbeiðsmál á føroyskum fyritøkum? Sp. 9: Hvør hevur størri týdning av hesum báðum hugsjónum: Samhaldsfesti ella einstaklingsfrælsi? Fróðskaparsetur Føroya

39 Fróðskaparsetur Føroya
Grímukanning Ein grímukanning er eitt háttalag til tess at fáa fatur á ómedvitaðnum hugburði. Í hesi verkætlanini skuldu fólk lurta eftir fimm upplestrum av sama teksti. Tann einasti munurin var talið av enskum tøkuorðum. Nakrir upplesarar lósu við enskum orðum og nakrir lósu við tilsvarandi føroyskum orðum. Fólkini skuldu so meta um hesar upplesararnar á nøkrum skalum, t.d. um upplesarin var ambitiøsur, intelligentur, áhugaverdur, effektivur o.s.fr. Tað, sum fólkini ikki vistu, var, at ein upplesari las tvær ferðir, aðru ferð við enskum orðum og aðru ferð við føroyskum orðum. Fróðskaparsetur Føroya

40 Fróðskaparsetur Føroya
Metingar av upplesarum, sum lesa við ávikavist føroyskum og enskum orðum Før. 4,94 4,81 4,89 4,99 4,76 4,71 4,32 19,28 18,93 Ensk 4,45 4,22 4,28 4,4 4,2 4,11 4,12 3,99 17,02 16,78 Sign. *** ** Fróðskaparsetur Føroya

41 Tað hevði verið best, um í verðini høvdu enskt sum móðurmál
Fróðskaparsetur Føroya


Download ppt "Stendur purisman fyri falli í Føroyum?"

Lignende præsentationer


Annoncer fra Google